Set kross í kalendaran!

Norden714 skipar fyri bønarráðstevnu við Lars Enarson

4. til 6. sept. 2025 í Lívdini í Hoyvík

Skrá

Hósdagin 4.sept: Byrjanarmøti kl 19.00

Fríggjadagin 5.sept og Leygardagin 6.sept:

Bønarløta 18.30 – 10.30
Bønarløta 211:00 – 13.00
Matarsteðgur
Bønarløta 314.00 – 16.00
Døgurði
Bønarløta 419.00

Vit gera vart við at broytingar í skránni kunnu fyrikoma.

Ofta spurdir spurningar

Vilt tú vita meira um Norden714

Les meira um Norden714 her: https://en.norden714.com/post/faroe-islands-nordic-prayer-conference-4-6-sep-2026

Hvussu komi eg til Føroyar

Við flúgvara, Atlantic Airways og við ferju, Smyril-Line

Hvar er bønarráðstevnan

Lívdin í Hoyvík

Vegurin Langi 11

FO-188 Hoyvík

Hvussu komi eg til Tórshavn

Bussur koyrur frá flogvøllinum, sí ferðaætlan á SSL.fo

Til ber at bíleggja taxa / Airport shuttle, sí https://www.fae.fo/en/to-and-from-the-airport/to-and-from-the-airport/

Annars ber til at leiga bil á flogvøllinum, sí https://www.fae.fo/bilaleiga

Hotellir í Tórshavn

Til ber at finna yvirlit yvir hotellir í Tórshavn á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn, og á Visit Faroe Islands

Vit kunnu eventuelt hjálpa við at finna innivist hjá privatfólki. Vinarliga viðmerk hetta í formularin, um hetta er eitt ynski.

Hvørji hotellir bjóðar serprís til bønarráðstevnuna

Hilton Garden Inn (prísur pr nátt):

  • Kr. 1300 fyri einkultkamar (1 pers) + 100 v/view (íroknað morgunmat) Bílegg her
  • Kr. 1500 fyri dupultkamar (2 pers) + 100 v/view (íroknað morgunmat) Bílegg her

Eru spurningar v.m., set teg enduliga beinleiðis í samband við Hilton Garden Inn á (+298) 414001 ella t-post: hgi@hiltongardeninn.fo

Hotel Hafnia og Hotel Brandan lata 10% í avsláttri. Avsláttarkotan er: SAVE10

Hotel Vágar kann bíleggjast her. Prísurin er íroknað morgunmat.

Hvussu komi eg til Lívdina

Í Tórshavn eru fríir býarbussar. Bæði bussur nr. 1 og bussur nr. 4 steðga við Lívdina.

fo_FOFøroyskt